80 til 90 hundar kundu vera í Føroyum í 13. øld

80 til 90 hundar kundu vera í Føroyum í 13. øld
Í Seyðabrævinum frá 1298 verður lóggivið um hundar, tí longu tá hildu bøndur í Føroyum lítið um, at fólk fóru í hagan við hundi
 
01.06.2025 - 15:00

Skrivað og lisið upp: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1709284

 

Bøndur í Føroyum halda lítið um, at fólk fara við hundi í hagan. 

Soleiðis hevur verið allar tíðir, tí longu í Seyðabrævinum frá 1298 verður lóggivið um hundar. 

Seyðabrævið var eitt ískoyti til ta norsku Landslógina, sum altingið í Føroyum hevði samtykt nøkur ár frammanundan, umleið 1280.  

 

Hundar felagsogn

Í Seyðabrævinum varð lagt upp fyri teimum serligu vinnuviðurskiftunum, sum vóru í Føroyum, har føroyingar mettu, at ásetingarnar í tí yvirskipaðu lógini ikki vóru nøktandi. Tann yvirskipaða lógin hevur ongar ásetingar um hundar. 

Um hundarnar verður millum annað ásett í Seyðabrævinum, at “allastaðni har sum menn eiga seyð saman ella haglendi, tá skulu hundar ikki vera fleiri, enn allir semjast um, ið skynsamir eru, og allir teir hundar skulu vera øllum javnheimilir”. 

Semja skuldi altso vera í lokalsamfelagnum um, hvør skuldi hava hund, og yvirskipað varð ásett, at hundarnir vóru eitt slag av felagsogn, sum øll, ið sótu við jørð, høvdu rætt til at brúka. 

 

Hundabrævið

Úr tíðini stutt eftir, at altingið í seinnu helvt av 1300-talinum var umskipað til løgting, er varðveitt ein lógarsamtykt, sum eisini er um hundahaldið hjá føroyingum.  

Henda lógin, sum týðiliga hevur heimild í ásetingini í Seyðabrævinum, verður vanliga nevnd Hundabrævið.  

Har kunnger løgtingið neyvt, hvørjar bygdir kundu hava hund, hvussu nógvar tær kundu hava, og í summum førum eisini, hvør skuldi hava teir.

 

Fimm hundar til at taka fugl

Eisini verður ásett, at allir aðrir hundar enn teir, sum verða nevndir, skuldu drepast.  

Samantalt varð ásett, at millum 80 og 90 hundar kundu vera í Føroyum, og at fimm av teimum ikki skuldu brúkast til at taka seyð, men at taka fugl. 

Eisini í hesi lógini ásett, at hóast onkur varðaði av hundunum, vóru teir allir eitt slag av felagsogn, sum øll í somu bygd høvdu rætt til at brúka í landbúnaðarvirksemi teirra. 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244

Meira um sama evni

Siðsøga