Endurgjaldskravið hjá Northwest Pelagic er framvegis í rættarskipanini

Endurgjaldskravið hjá Northwest Pelagic er framvegis í rættarskipanini
Felagið ætlar at selja Jupiter til Klaksvíkar, men sølan er ikki avgreidd enn
Palli hjá Mariannu-samtakið í Klaksvík ætlar at keypa Jupiter frá Northwest Pelagic, men handilin er ikki avgreiddur enn.
 
02.06.2025 - 14:32

Sakarmálið millum Northwest Pelagic og Fiskimálaráðið er framvegis í rættarskipanini, og kravið móti landskassanum er nú komið upp á 126 milliónir kr.

Málið hevur verið í rættinum síðani juni í fjør, tí tað eydnaðist ikki pørtunum at fáa semju um endurgjaldið til Northwest Pelagic.

Landsstýrið vildi gjalda, og hevur eisini goldið reiðarínum umleið 25 milliónir krónur, men sambært reiðarínum er tann upphæddin meira enn 100 milliónir krónur ov lítil.

 

Byrjaði í 2016

Tað var tíðliga í 2016, at ósemjan millum Northwest Pelagic og Fiskimálaráðið byrjaði, tá Fiskimálaráðið tók veiðiloyvið frá skipinum, tí útlendingar sambært ráðnum høvdu ræðið á skipinum. 

Tað vildi reiðaríið ikki hava sitandi á sær, og tí varð Fiskimálaráðið stevnt. Fyrst og fremst eftir at góðtaka, at ráðið hevði borið seg skeivt at. Í øðrum lagi vildi reiðaríið hava rættin at áleggja ráðnum endurgjaldsskyldu fyri tíðarskeiðið uttan veiðiloyvi.

Í juni 2020 kom so úrskurðurin frá Føroya rætti, sum gav reiðarínum viðhald í báðum krøvum, tó uttan at siga, hvussu stórt endurgjaldið skuldi vera.

Tað hava partarnir so samráðst um, frá tí at dómur fall, til í juni í fjør, tá felagið misti tolið við Fiskimálaráðnum og stevndi, nú við einum kravi, sum nú er komið upp á 126 milliónir krónur.

Málið er framvegis í rættarskipanini, men sum skilst eru ikki útlit til, at tað verður endaliga viðgjørt í rættinum fyrr enn seinni á í ár, stendur at lesa í landsroknskapinum fyri 2024, sum kom fríggjadagin.

 

Selja Jupiter

Nógv er broytt, síðani málið fór aftur í rættarskipanina, tí um hálvan apríl kom fram, at Palli hjá Mariannu-samtakið hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter frá Nortwest Pelagic fyri at fáa hendur á kvotunum hjá skipinum.

Hesin handilin er tó ikki avgreiddur enn.

Áðrenn keypið kann avgreiðast, skal Vørn rokna seg fram til, um nýggi eigarin fer upp um nýggja miðsavningarmarkið, og tann útrokningin er ikki liðug enn, sigur Vørn við Kringvarpið. 

Á Vørn vænta tey tó, at útrokningarnar vera lidnar seinni í vikuni, og so verður kunngjørt, um Palli hjá Mariannu-samtakið sleppur at keypa Jupiter ella ikki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167