Politiska arbeiðið um ríkisrættarligu støðuna liggur stilt

Politiska arbeiðið um ríkisrættarligu støðuna liggur stilt
Í løtuni bendir einki á, at ein felags føroysk støða verður løgd fram á ríkisfundinum um smáar tvær vikur
Frá fyrsta fundinum um ríkisrættarligu støðuna, sum var 24. januar. Síðani hevur bara ein fundur verið um málið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2025 - 18:00

Politiska arbeiðið at finna breiða semju um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum hevur ligið stilt síðani februar. 

Í løtuni bendir einki á, at ein felags føroysk støða verður løgd fram á ríkisfundinum um smáar tvær vikur.

Bara ein fundur er hildin síðani, hann var góða hálva aðru viku eftir fyrsta fundin. 

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, á fyrsta fundinum um tjóðarsemjuna.

 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, á fundi í Tinganesi um tjóðarsemju. 

 

Annika Olsen í Tjóðveldi hevur spurt løgmann, hvussu gongur við arbeiðnum um ríkisrættarligu støðuna. 

 

Bárður Nielsen, Beinir Johannesen og hini forfólkini í politisku flokkunum hava fingið fundarboð frá løgmanni at møta í Tinganesi hósdagin. 

Men andstøðuflokkarnir hava einki ítøkiligt at taka støðu til enn.

 

Annika undrast eisini

Tað er ikki bara andstøðan, sum undrast.

Í grein-52 fyrispurningi um dagarnar spyr samgongutingkvinnan, Annika Olsen, løgmann, hvussu gongur við arbeiðnum, og um niðurstøða fæst áðrenn ríkisfundin. Fyrispurningurin er ikki svaraður enn.

Men í stóru andstøðuflokkunum fjarar vónin um tjóðarsemjuna burtur, nú ríkisfundur verður í Føroyum um smáar tvær vikur, 16. og 17. juni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03062025_Tjodarsemja

 

Vit hava biðið um eina samrøðu við Aksel V. Johannesen um hetta málið. Men løgmaður vendir ikki aftur. Hann er ikki til arbeiðis í Tinganesi, men er staddur í Skúgvi saman við tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Sí innslag í Degi og Viku 24. januar, tá fyrsti fundurin var um ætlaðu tjóðarsemjuna:

 

250124_DV_TJODSEMJA_AKSEL

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297