Færri brúka vinnubil til privata nýtslu

Færri brúka vinnubil til privata nýtslu
Taks kannaði sunnudagin bilarnar hjá fólki, sum vóru á samfelagsmøti í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn
 
15.11.2013 - 15:49

Taks upplýsir, at eftirlitið vísti, at bert nøkur heilt fá fólk nýttu vinnubil í privatum ørindum tann dagin. Sostatt verða tað nøkur fá, sum nú fáa bræv frá TAKS.

Taks fegnast um gongdina, tí ætlanin við hesum sjónligu átøkunum er, at tey skulu hava ein fyribyrgjandi virkna, og tað tykist at virka, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

TAKS gjørdi í fjør og fyrr í ár eftirlitsátøk til landsdystir og landskappingardystir í fótbólti.

Í fyrstu átøkunum vóru fleiri, sum fingu bræv frá TAKS, men hetta tykist minkandi.

Vinnubilar eru bert ætlaðir til vinnuliga nýtslu.

Tað er skattskyldugt hjá føraranum, um hann brúkar ein slíkan vinnubil til privata nýtslu, og fyritøkan hevur tá heldur ikki rætt til at fáa meirviriðisgjaldið endurgoldið, sigur Taks í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086