Fornfrøðilesandi í Aarhus hjálpa við útgrevstrinum á Sandi

Fornfrøðilesandi í Aarhus hjálpa við útgrevstrinum á Sandi
Kanningar, sum fyrr eru gjørdar á Sondum, siga, at har hava verið fólk árini millum 300 og 500 og millum 500 og 700
Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum á Sondum.
Mynd: Almanna- og mentamálaráðið  
 
11.06.2025 - 08:12

14 fornfrøðilesandi í lærda háskúlanum í Aarhus hjálpa Tjóðsavninum við útgrevstrinum á Sondum á Sandi.

Gróthúsið ytst á bakkanum á Sondum var í stórum vanda fyri at fara í havið.

Tað er tí flutt longri inn í lendið, og verður bygt upp aftur. 

Tummas Pauli Olsen úr Húsavík laðar gróthúsið upp aftur.

Av tí at vandi er fyri, at fleiri fornminni fara í havið, vera tey grivin út nú. Eitt grevstrarøki er latið upp.

 

 

Gróthúsið verður laðað uppaftur. (Mynd Almanna- og mentamálaráðið)

 

 

Ferhyrntur bygningur

Beint undir svørðinum er ein ferhyrntur bygningur komin til sjóndar. 

Bygningurin er úr nýggjari tíð, og hevur møguliga verið ein tarakøstur. 

Bygningurin verður skrásettur.

Síðani verður farið longri niður fyri at koma niður á tey fornminni frá miðøld og víkingatíð, sum eru í fláunum longri niðri.

Kanningar, sum fyrr eru gjørdar á Sondum, siga, at har hava verið fólk árini millum 300 og 500 og millum 500 og 700.

Norrøna landnámið var ár 800.

 

 

Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Frederikke Reimer, ph.d. lesandi á Aarhus Universiteti, Helgi Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum og Mads Bakken Thastrup, plantufornfrøðingur á Moesgaard, Aarhus Universitet. (Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595