563 arbeiðs-og uppihaldsloyvi latin higartil í ár

563 arbeiðs-og uppihaldsloyvi latin higartil í ár
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Magnusi Ramussen, løgtingsmanni
Útlendingastovan fekk avgerðarmyndugleikan í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi 1. september í fjør.
 
19.06.2025 - 08:40

563 arbeiðs- og uppihaldsloyvi eru givin í Føroyum higartil í ár, tvs til 16. juni.

Haraftrat eru 42 loyvi longd.

Tað sigur Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin hevur svarað spurningi frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni.

Í 2022 vóru givin 1.653 arbeiðsloyvi og 572 vóru longd.

Í 2023 vóru 1.286 loyvi givin og 766 vóru long.

 

Útlendingstovan hevur avgerðarmyndugleikan

Í fjør vóru loyvini 921 og leingingarnar 722 til 1. september, tá Útlendingastovan tók við avgerðarmyndugleikanum.

Frá 1.september til nýggjárs vóru givin 200 loyvi, og 38 vóru longd.

Málsviðgerðartíðin er ymisk.

Talið fyri mál eftir Fast Tack skipanini ella snarskipanini er 47 dagar, eftir ES-lógini er tað 31 dagar og eftir ítróttar-avtaluni 21 dagar.

Serliga mál sambært snarskipanini taka longri tíð enn upplýst frammanundan, sigur Bjarni Kárason Petersen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425