Vandin fyri krabbameini tann sami

Vandin fyri krabbameini tann sami
Sannlíkindi fyri at fáa krabbamein, áðrenn fólk vera 75 ár, vóru tey somu í 2023 sum í 2014.
Krabbamein.
 
22.06.2025 - 16:08

Sannlíkindi fyri at fáa krabbamein, áðrenn fólk vera 75 ár, vóru tey somu í 2023 sum í 2014.

Talið er 30,6 prosent.

Talið hevur verið støðugt í tíggjuáraskeiðnum.

Yvirskipað hagtøl fyri Norðurlond vísa, at títtleikin av staðfestum krabbameinstilburðum er hækkaður eitt vet frá 2022 til 2023,

Men færri doyðu av krabbameini.

Tað vísa júst kunngjørd tøl fyri 2023 hjá NORDCAN, sum er norðurlendski dátugrunnurin fyri hagtøl um krabbamein.

Tølini siga, at sannlíkindi fyri at fáa krabbamein fyri 75 ára aldur eru størst í Danmark.

Har vóru tey 33,6 prosent í 2023.

Í Føroyum var talan um 21,9 prosent, tað minsta í Norðurlondum og tað minsta í Føroyum seinasta tíggjuáraskeiðið. 

Í Noregi var talið 31,9 prosent, í Íslandi 30,2, í Svøríki 29,2 og í Finnlandi vóru sannlíkindini fyri fáa krabbamein fyri 75 ára aldur 28,8 prosent í 2023.

Tøl er eisini um, hvussu leingi fólk liva við krabbameini.

Tá árini eru fimm, eru Føroyar aftastar. 

Støðan er tó batnað í 2023. 

Liva longur við krabbameini

Kvinnur hava nakað størri møguleika at liva minst fimm ár við krabbameini.

Seinastu tíggju árini, tað er til og við 2023, eru støðugt fleiri tjúkktarms- og endatarmskrabbatilburðir staðfestir í Føroyum.

Og móðurmerkjakrabbi og annar húðkrabbi vóru flestir í 2023 í sama tíggjuáraskeiði.

Tølini fyri bróstkrabba hjá kvinnum eru minkað støðugt síðani 2018.

Altjóða gransking vísir, at 60 prosent av krabbameinstilburðum í munni, varrum og svølgi eru knýttir at HPV-virusi.

Síðani 2016 hevur gongdin verið, at fleiri menn enn kvinnur fáa staðfest hesi sløg av krabbameini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817