Í rættin fyri kynsligan ágang móti gentu

Í rættin fyri kynsligan ágang móti gentu
Ein 37 ára gamal maður er ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við 12 ára gamla gentu
Í stólijnum hjá ákærda í dag er ein 37 ára gamal maður.
 
26.06.2025 - 09:05


Føroya rættur fer í dag og í morgin at viðgera eitt revsimál um kynsligan ágang móti gentu, sum er yngri enn 15 ár.

Ein 37 ára gamal maður er ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við 12 ára gamla gentu.

Hetta var, sambært ákæruritinum, í 2007.

Tvær ákærur eru. 

Í aðrari ákæruni er maðurin ákærdur fyri at gera seg inn á gentuna ikki færri 50 ferðir.

Í hinari ákæruni er talan um eitt brot.   

Maðurin er eisini ákærdur fyri hóttan.

Hann er ákærdur fyri at sikta eftir átta ára gomlu dóttur sínari við høglbyrsu.

Hann siktaði eftir høvdi hennara, stendur í ákæruritinum, og skal hava sagt, at her vil eg raka teg, og so doyrt tú, ella okkurt sovorðið.

Hetta skal hava verið í 2021.

Maðurin noktar seg sekan.   

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025