Kjarnorkuburturkast funnið í Norðuratlantshavi

Kjarnorkuburturkast funnið í Norðuratlantshavi
Granskarar hava funnið umleið 1.000 kassar við kjarnorkuburturkasti í, sum helst eru tveittir í Norðuratlantshav fyri fleiri áratíggjum síðani
 
01.07.2025 - 11:26

Fleiri lond søktu burturkast frá kjarnorku-ídnaðinum á millum 3.000 og 5.000 metrar dýpi har norðuri í Atlantshavi. Nú hevur ein altjóða granskingarbólkur funnið nakrar av køssunum, sigur eitt talsfólk fyri franska granskingarstovnin CNRS.

Helst eru um 200.000 kassar við kjarnorkuburturkasti frá 1950'árunum søktir í havið fram til forboð var sett fyri tí í 1993. Granskararnir hava ikki sagt, um kassarnir, sum teir hava funnið, lógu spjaddir yvir størri øki. Teir kanna lutirnar við fjarstýrdum tólmenni, sum kann 3D-skanna økið, og hevur sonar, - eitt slag av ekkoloddi.

Leiðarin fyri verkætlanini, Patrick Chardon, sigur, at geiðslavirkni í burturkastinum helst er brutur um eini 400 ár. Kassarnir eru gjørdir til at tola sera stórt trýst á havbotninum, men Chardon sigur, at partur av innihaldinum kortini kann var likið út. Granskararnir fóru við skipinum l'Atlante frá Brest hálvan juni.

Rannsóknaferðin varar í fýra vikur, og endamálið er at finna kjarnorkuburturkastið og meta um, hvørja ávirkan tað hevur á vistskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Hósdag 23. apríl
Andaktin
207475
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395