Fær farloyvi frá lívlangari fongsulsrevsing

Fær farloyvi frá lívlangari fongsulsrevsing
Maðurin, sum í 2003 drap svenska uttanríkisráðharran, Onnu Lindh, fær farloyvi frá lívlongu fongsulsreving síni
 
10.07.2025 - 07:46

Mijailo Mijailovic hevur fingið játtað fyribils farloyvi, - sonevnt luft-hols-farloyvi, frá svensku rættarskipanini, skrivar Aftonbladet. Farloyvið, sum hann sjálvur hevur søkt um, verður framt undir eftirliti, skrivar blaðið. Mijailovic fær ikki regluligt farloyvi frá dóminum.

Hann hevur áður biðið um at sita dómin í Serbia, sum hann hevur sterkari tilknýti til. Rætturin hevur fleiri ferðir víst áheitanini aftur.

Anna Lindh varð álopin við knívi í vøruhandlinum NK í Stokkhólmi í september 2003. Hon doyði dagin eftir av løstunum. Hon var tá uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Göran Persson, og skuldi taka við sum forkvinna hjá Sosialdemokratunum, sum var stjórnarflokkur tá.

Mijailovic varð handtikin fýra dagar eftir álopið og seinni dømdur lívlanga fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028