G! festivalurin hevur fingið trygdarloyvi

G! festivalurin hevur fingið trygdarloyvi
Í gjár fekk G! eitt sonevnt trygdarloyvi frá løgregluni, ið er ein fortreyt fyri at halda stór tiltøk, sum eitt nú G! festivalin
- Tað hevur gingið gott higartil og tað ger tað framvegis, sigur Jan Poulsen, økisleiðari í Norðoyggjum, sum gav festivalinum trygdarloyvi í góðveðrinum í gjár.
Mynd: Bárður Thomsen  
 
17.07.2025 - 13:31

- Øll stór tiltøk skulu hava eitt trygdarloyvi frá løgregluni, sum er evsti myndugleiki, sigur Jan Poulsen, økisleiðari í Norðoyggjum, sum gav G! festivalinum trygdarloyvi í gjár. 

"Vit seta alt upp og gera klárt - og so kemur politisturin at hyggja", fortelur Krístfríð Tyril, samskipari á G! festivalinum. 

FestivalTrygd_1

 

G! festivalurin hevur ábygd av trygdini. Tað ber millum annað í sær, at tey skulu hava eina trygdarætlan. Løgreglan er kortini evsti myndugleiki, og hevur tí eftirlit við bæði umstøðum og trygdini á økinum. 

Bleiv eitt sindur vandamikið í 2005 

- Tá Europe var her, tá bleiv tað eitt lítið sindur vandamikið eina løtu, fortelur Kristfríð Tyril, sum hevur verið partur av festivalinum, síðani hann byrjaði í 2002.

 

FestivalTrygd_2

 

Pláss er fyri umleið 5000 á Gøtusandi, men tá Europe spældi í 2005, varð mett at áleið 10.000 fólk vóru til staðar. Tað vóru ov nógv, ásannar G! samskiparin. 

Festivalurin var so nýggjur tá - og Europe var eitt so stórt navn, sigur Kristfríð Tyril um konsertina í 2005.  Hon leggur aftrat, at tann støðan ikki kemur at henda aftur, tí nú verða ikki seld fleiri enn 5000 atgongumerkir. 

Trygdin er í lagi 

"Tey hava havt hann so nógv ár nú. Økið er tað sama - og alt er líka. Tað hevur gingið gott higartil og tað ger tað framvegis", sigur Jan Poulsen, økisleiðari í Norðoyggjum. 

 

FestivalTrygd_3

 

Meira um festivaltrygd verður í Degi og viku í annaðkvøld kl. 19. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376