Danskur ráðharri leggur frá sær

Danskur ráðharri leggur frá sær
Líkt er til, at fíggjarliga óskilið í veðurlagsfelagsskapinum GGGI eisini rakar Christian Friis Bach, ráðharra í menningarmálum
 
21.11.2013 - 10:14

Alt bendir á, at danski ráðharrin í menningarmálum, Christian Friis Bach, fer at leggja frá sær í dag, Hann hevur boðað til tíðindafundar á middegi okkara tíð.

Christian Friis Bach var í Miðeystri, tá hann brádliga breyt ferðina av, og fór aftur til Keypmannahavnar.

Orsøkin til, at Christian Friis Bach leggur frá sær, er trupulleikar við verðurlagsfelagsskapinum GGGI, skriva danskir miðlar. Danmark hevur latið felagsskapinum 90 milliónir krónur.

Løkke nevndarformaður

Formaðurin í Vinstraflokkinum, Lars Løkke Rasmussen, er nevndarformaður í GGGI. Hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri peninganýtslu og fíggjarligt óskil í sambandi við felagsskapin.

Lars Løkke Rasmussen sigur í dag, at ætlar at halda fram í nevndarsessinum, hóast Christian Friis Bach leggur frá sær sum ráðharri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Nýggjastu sendingar í SV