Suðuroyartunnilin: Tvey uppskot um farleiðir

Suðuroyartunnilin: Tvey uppskot um farleiðir
Partafelagið Suðuroyartunnilin skal gera uppskotini til politikarnar at taka støðu til
Tá skrivað var undir semjuskjalið um Suðuroyartunnilin. Tað bar ikki á mál, men nú verður roynt aftur, og tvey uppskot um farleið skulu gerast, áðrenn uppskotið kemur aftur í tingið í heyst.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.07.2025 - 10:48

Tvey uppskot um farleiðir skulu gerast, áðrenn Suðuroyartunnilin kemur aftur í løgtingið í heyst.

Og Skúgvoy er við í báðum.

Partafelagið Suðuroyartunnilin skal gera uppskotini til politikarnar at taka støðu til.

Annað uppskotið er um at gera forprosjekt um atkomutunnil til Skúvoyar umframt vegir og tunlar, sum binda Sandoyartunnilin í Traðadali og Suðuroyartunnilin í Djúpadali saman. 

Talan er um ein tunnil gjøgnum Sandalíð og veg gjøgnum Sands bygd við tveimum rundkoyringum, so verandi bygdavegir vera varðveittir til millum annað lætta ferðslu.

 

 

Eisini skal kannast at gera undirsjóvartunnil millum Traðardal og Sandvík við íbinding til Skúvoyar. 

 

Traðardalur-Sandvík

Hitt uppskotið er at gera undirsjóvartunnil millum Traðardal og Sandvík við íbínding til tunnil til Skúvoyar.

Fyri báðar farleiðir eru tey somu vega- og tunnilskervi í Suðuroy atknýtt, sum eru í forprosjekti, sum Landsbyggifelagið gjørdi fyri Suðuroyartunnilin.

Ein kostnaðarmeting skal gerast eins og tíðarætlan.

Fyri báðar farleiðir skal lýsast, hvørji umhvørvisviðurskifti og náttúruárin krevja eina nærri lýsing. 

Eitt nú skal vera greitt, hvussu spurningurin um loyvini at fylla grót úr tunlinum á sjógv við tí endamáli at gera eina fyribils havn í Skúvoy kann avgreiðast

Forfólkini í øllum flokkum á løgtingi eru komin í politiska fylgibólkin, stendur í ískoytispartinum til løgmansfrágreiðingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194