Stórt fall í talinum av lesandi uttan fyri kongaríkið

Stórt fall í talinum av lesandi uttan fyri kongaríkið
Talið av ungum, sum nema sær hægri útbúgving uttan fyri kongaríkið, er fallið heili 74 prosent seinastu 10 árini
 
16.08.2025 - 17:28

Seinastu tíggju árini eru ógvusligar broytingar hendar, viðvíkjandi hvar ungir føroyingar velja at nema sær hægri útbúgving. Tað greiðir Turid Christophersen, útbúgvingarvegleiðari á Vegleiðingarstovuni, frá. 

Fyri 10 árum síðani, í 2014, vóru tilsamans 2.337 lesandi føroyingar á hægri útbúgvingum. Í fjør var talið komið niður á 1.828. Av hesum vóru 1.026 lesandi í Føroyum, 732 í Danmark og 70 í øðrum londum uttan fyri kongaríkið. Fyri 10 árum síðani lósu 258 uttan fyri kongaríkið. 

Turid Christophersen heldur, at orsøkin kann vera, at kostnaðurin fyri at nema sær útbúgving úti í heimi er vorðin dýrari.  

Hoyr innslagið niðanfyri.

 

1758437

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329