Zelenskyj vil hava semju um sjey til tíggju dagar

Zelenskyj vil hava semju um sjey til tíggju dagar
Møguligar samrøður við russiska forsetan, Vladimir Putin, kunnu vera í Sveis, Eysturríki ella Turkalandi, sigur ukrainski forsetin
Zelenskyj og Trump á fundi í Hvítu húsunum mánadagin.
Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.08.2025 - 09:44

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vil hava semju um trygd fyri friði innan sjey til tíggju dagar, sigur hann sambært Reuters tíðindastovuni.

Møguligar samrøður við russiska forsetan, Vladimir Putin, kunnu vera í Sveis, Eysturríki ella Turkalandi, sigur Zelenskyj.

Ungarn hevur boðið seg til at vera vertur fyri møguligum friðarsamráðingum.

Spurdur, um friðarsamráðingar kundu verið í Budapest, svara Zelenskyj, at tað hevði verið ógvuliga avbjóðandi, sum støðan er í løtuni.

Zelenskyj sigur, at hann hevur biðið amerikanska forsetan, Donald Trump, leggja trýst á Ungarn, um at gevast við at forða Ukraina at samráðast um limaskap í ES, skrivar NTB.

 

Viktor Orban. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ungarn vil vera vertur

Ungarn hevur boðið sær til at vera vertur fyri møguligum friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina, upplýsir ungarski uttanríkismálaráðharrin, Peter Szijjarto, sambært Reuters tíðindastovuni í morgun.

Longu týsdagin gjørdist greitt, at Donald Trump og ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, hava umrøtt, at Budapest møguliga kundi vera vertur fyri slíkum fundi.

Orban er væl við bæði Trump og Putin.

Putin skal hava sagt Donaldi Trump, at hann heldur vil hava fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. Franski forsetin, Emmanuel Macron, vísir á Genève í Sveis, skrivar miðilin, Politico.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297