Sirið Stenberg: Tað snýr seg um, hvørjum vit eru samsint við

Sirið Stenberg: Tað snýr seg um, hvørjum vit eru samsint við
Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum royndi undir orðaskiftinum at fáa kjakið at snúgva seg um, hvørjari síðu Føroyar standa á, í krígnum millum Rusland og Ukraina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.08.2025 - 20:13

-Tað snýr seg um, hvønn vit eru samsint við, segði Sirið Stenberg millum annað, tá hon tók orðið.

Fyrsta viðgerð av lógaruppskotinum um at geva landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum víðkaða heimildi at seta revsitiltøk í verk var í dag.

 

Atfinningarnar vóru nógvar - serliga frá Fólkaflokkinum, ið beinleiðis bað landsstýriskvinnuna taka lógaruppskotið aftur - og ivaspurningarnir frá tingfólki enn fleiri.

Men svarið hjá landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum fór ein heilt annan veg. 

-Tað snýr seg at standa saman við teimum, sum standa fyri somu virðum sum vit, segði Sirið Stenberg:

 

Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum sigur seg skilja óttan fyri at henda heimildin - verður hon brúkt - kann seta fiskivinnuavtaluna við Russland í vanda. Men sambært Sirið Stenberg ætlar landsstýrið at ansa væl eftir, at galdandi fiskiveiðiavtala við Russland verður hildin - samstundis sum landsstýrið eisini ætlar at taka neyðugu, trygdarpolitisku atlitini, sum landsstýriskvinnan orðaði seg:

 

Fyrr í dag segði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at landsstýrið FER til samráðingar við Russland um eina fiskiveiðiavtalu við Russland.

Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum lovaði av tingsins røðarapalli, at fær hon heimildina at seta nýggj revistiltøk í verk, so skal heimildin brúkast við virðing.

 

sirid_um_heimild

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098