Størri ferðsla í undirsjóvartunlunum

Størri ferðsla í undirsjóvartunlunum
Norðoyatunnilin setti harumframt met í august
5.180 bilar koyrdu í Norðoyatunlinum í miðal um samdøgrið í august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2025 - 15:05

Meira ferðsla var í øllum teimum fýra undirsjóvartunlunum í august í ár samanborið við august í fjør.

Norðoyatunnilin setti harumframt met í august við størstu ferðslu higartil.

5.180 bilar koyrdu í Norðoyatunlinum í miðal um samdøgrið. Tað eru 240 meira enn í august í fjør.

Í Vágatunlinum var ferðslan 3.587, í Eysturoyartunlinum 6.364 og í Sandoyartunlinum 1200 akfør.

Sí meira her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776