115 fleiri nýggj akfør í ár

115 fleiri nýggj akfør í ár
Fyrstu átta mánaðirnar eru skrásettir tilsamans 898 nýggir persónbilar
898 nýggir persónbilar eru skrásettir higartil í ár.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
02.09.2025 - 15:48

115 fleiri nýggj akfør vóru skrásett fyrstu átta mánaðirnar í ár, enn somu tíð í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni.

Tilsamans eru 1245 nýggj akfør skrásett í ár, og tað eru góð 10 prosent fleiri enn somu tíð í fjør.

73 fleiri persónbilar eru skrásettir í ár. Teir vóru tilsamans 898 fyrstu átta mánaðirnar, og vøksturin er sløk níggju prosent.

Men í august vóru sjey færri persónbilar skrásettir, enn sama mánað í fjør.

Higartil í ár eru skrásett 216 brúkt akfør, og tað eru 66 færri enn somu tíð í fjør, vísa tølini hjá Akstovuni

Sí yvirlit yvir nýggj akfør

Sí yvirlit yvir brúkt akfør

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025