Kultura er nýggj mentanarsending á KVF Ljóð

Kultura er nýggj mentanarsending á KVF Ljóð
Í sendingini verður tosað um mentan, list og samfelag. Bæði tað, sum rørir seg her og nú, og tað, sum hevur størri dýpd og krevur eftirhugsan, verður viðgjørt
Kultura er á skrá hvønn mikudag klokkan 17.05. Lív Mikkelsen leggur til rættis.
Mynd: Grafikkur: Høgni Egholm Magnussen.  
 
03.09.2025 - 13:00

Kultura er nýggj mentanarsending, sum hevur til endamáls at varpa ljós á aktuell og viðkomandi mentanarlig evni, bæði innan og uttan fyri landoddarnar.

Sendingin byggir á eina breiða mentanarfatan; dentur verður lagdur á list í víðastu merking, sigur Lív Mikkelsen, ið leggur sendingina til rættis. Tað vil siga skapandi arbeiði og listarlig átøk, men eisini breiðari evni innan søgu, sosiologi og gerandislív fáa pláss, tá tey eru viðkomandi fyri okkara samleika og mentanarligu sjálvsfatan.

 

Í hvørjari sending verða evnir tikin upp, og harumframt er eitt mentanarviðmæli fastur táttur. Mentanarviðmælið er ætlað at geva lurtaranum íblástur at nema sær list, ið kann vera alt frá framsýningum, bókum og filmum til tónleik, konsertir og palllist.

Av og á hevur Kultura eisini gestir í útvarpsstovuni til mentanarkjak. Har verða ymisk sjónarmið loyst úr reiðrinum, og lurtarin fær innlit í, hvussu list og mentan kunnu síggjast úr ymiskum vinklum.

 

Í fyrstu sending vitjar Kultura Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn, har Karin Elspudóttir og Sissal Kampmann greiða frá heystskránni. Samrøðan snýr seg millum annað um sjálvt innihaldið í skránni, men eisini um hvønn týdning Norðuratlantsbryggjan hevur fyri føroyska list og mentan. Eisini verður komið inn á aktuell evni sum ríkisfelagsskap og kolonialismu, sum hevur fylt nógv í politiska kjakinum seinastu tíðina, og sum Norðuratlantsbryggjan eisini varpar ljós á gjøgnum listina.

Lurta eftir nýggju útvarpsrøðini á KVF Ljóð og í útvarpinum í dag klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698