Í øllum førum 15 fólk deyð í vanlukku í kendum sporvogni í Lissabon

Í øllum førum 15 fólk deyð í vanlukku í kendum sporvogni í Lissabon
Landasorg er í Portugal eftir at ein sporvognur á kendu Gloria-sporvognarbreytini er farin av sporinum, og í øllum førum 15 fólk eru deyð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
03.09.2025 - 21:55

Hevur tú verið í portugisiska býnum Lissabon, so hevur tú allarhelst eisini koyrt við sporvognunum á heimskendu Gloria-sporvognarbreytini frá 1885, sum koyrir gjøgnum býarpartin Bairro Alto. 

Í dag hava í øllum førum 15 latið lív og 18 eru løstað, eftir at eina av sporvognunum á Glora-breytini fór av sporinum. 

Á myndunum liggur sporvognurin í smildri á síðuni ella á takinum. 

"Tað er ein syrgiligur dagurin fyri bý okkara. Tað er ein trupul dagur fyri okkum øll. Hetta er sera álvarsamt. Tað er ein vanlukku, ið ikki eigur at henda," sigur borgarstjórin í Lissabon, Carlos Moedas. 

Sambært bjargingartænastuni, so eru fleiri av teimum løstaðu, sera illa løstað. 

 

Eisini forsetin í Portugal, Marcelo Rebelo de Sousa, hevur sent sína samkenslu til tær familjur, ið eru raktar av vanlukkuni. 

"Eg vóni, at avvarandi myndugleikar skjótt finna út av, hvat er hent," legði hann afturat. 

Enn er ikki greitt, hví vanlukkan hendi. 

Gloria-sporvognarbreytin virkar á tann hátt, at tveir vognar eru fastspentir til hvør sín enda av einum kaðaldrátti, og tað eru el-motorarnir í sporvognunum sjálvum, ið hála vognarnar oman og niðan brekkurnar í Lissabon. 

Vognurin, ið stóð í botninum av breytinum hevur ikki fingið skaða, men sambært CNN Portugal, so máttu ferðafólkini leypa út gjøgnum vindeyguni, tá vanlukkan hendi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375