Ríkismyndugleikarnir skulu eisini fáa atgongd til Landsfólkayvirlitið

Ríkismyndugleikarnir skulu eisini fáa atgongd til Landsfólkayvirlitið
Løgmálaráðið hevur gjørt lógaruppskot, sum er farið til hoyringar
Umhvørvisstovan umsitur Landsfólkayvirlitið.
 
04.09.2025 - 09:07

Ríkismyndugleikarnir í Føroyum eiga eisini at fáa atgongd til Landsfólkayvirlitið.

Løgmálaráðið hevur gjørt lógaruppskot, sum skal geva ríkismyndugleikum greiða heimild til at fáa upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.

Sambært galdandi løgtingslóg um fólkayvirlit er eingin heimild at lata ríkismyndugleikum upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.

 

Loysnir hjá Talgildu Føroyum

Uppskotið tryggjar, at ríkismyndugleikar í Føroyum kunnu brúka loysnirnar hjá Talgildu Føroyum til at veita føroyingum sínar tænastur talgilt. 

Ríkismyndugleikar í Føroyum eru Ríkisumboðið, politiið, Føroya rættur, Kriminalforsorgin, landslæknin, Arktisk kommando og Sjóferðslustýrið.

Til samanbering kann nevnast, at føroyskir myndugleikar sambært donsku CPR-lógini hava heimild til beinleiðis at heinta upplýsingar úr CPR. 

Les meira um uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541