Varaforsætisráðharrin í Bretlandi hevur lagt frá sær

Varaforsætisráðharrin í Bretlandi hevur lagt frá sær
Angela Raynor hevur viðgingið, at hon hevur rindað ov lítið í skatti fyri eina íbúð
Angela Raynor hevur lagt frá sær sum varaforsætisráðharrii Bretlandi og varaforkvinna í Labour.
Mynd: The Guardian  
 
05.09.2025 - 14:26

Bretski varaforsætisráðharrin, Angela Raynor, hevur lagt frá sær í dag, skrivar BBC. 

Orsøkin er, at hon hevur goldið ov lítið í skatti fyri eina íbúð, hon eigur har suðuri í landinum, og tað hevur hon eisini viðgingið. 

Í fráfaringarbrævinum til undirhúsið skrivar hon, at hon tekur fulla ábyrgd av mistakinum, um ikki fáa sær eyka ráðgeving um skatt, tá hon keypti íbúðina. 

Angela Raynor hevur eisini lagt frá sær sum varaforkvinnna í Labour. 

Flokkurin vann síðsta summar parlamentsvalið við stórum sera stórum meiriluta, og fekk 412 av 650 tinglimum í undirhúsinum.

At  Angela Raynor hevur lagt frá sær, hevur við sær, at Keir Starmer, forsætisráðharri, noyðist at umskipa stjórnina.

Men stutt eftir parlamentsvalið í fjør, kom Labour undir trýst, tá ið tað kom undan kavi, at Keir Stormer í andstøðu hevði tikið ímóti gávum fyri 107.000 pund, frá 2019 til 2024. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327