Shinawatra skal í fongsul í eitt ár

Shinawatra skal í fongsul í eitt ár
Fyrrverandi teilendski forsætisráðharrin hevur verið á sjúkrahúsi, men nú hevur hægstirættur talað
Hægstirættur í Teilandi hevur gjørt av, at Thaksin Shinawatra, fyrrverandi forsætisráðharri, skal eitt ár í fongsul.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2025 - 08:24

Teilendski hægstirættur sigur, at fyrrverandi forsætisráðharrin, Thaksin Shinawatra, skal í fongsul í eitt ár.

Dómurin var kunngjørdur í dag, og er enn eitt afturstig fyri fyrrverandi forsætiráðharran og mætu familju hansara, sum hava staðið á odda í teilendskum politikki í tvey áratíggju.

Eftir at hava verið í útlegd í 15 ár, sum hann sjálvur tók stig til, kom Thaksin aftur til Teilands í 2023. 

 

Fluttur á sjúkrahús

Hann var bert fáar tímar í fongslinum, so gramdi hann seg um pínu í hjartanum og bringuni, og var fluttur á sjúkrahús. 

Nú skal hægstirættur so taka støðu til, hvat skal henda við revsingini, sum hann slapp undan, tá ið hann var fluttur á sjúkrahús.

Kongurin í Teilandi linkaði revsingina, sum er átta ára fongsul fyri valdsmisnýtslu, niður í eitt ár. 

Og eftir bara seks mánaðir á eini marglætisdeild á sjúkrahúsi, var hann royndarleyslatin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744