Nú eru vit 55.146 fólk í Føroyum

Nú eru vit 55.146 fólk í Føroyum
Fólkatalið setur met, men vit síggja eina fráflyting, sum fær tankarnar at venda aftur til tosið um Exit Føroyar, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Johnny í Grótinum er búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum
 
10.09.2025 - 19:26

Ongantíð hava tað búð so nógv fólk í Føroyum sum nú.

Tá Hagstovan var liðug við uppgerðina stóð 55.146 á niðastu linju, og so nógv fólk hava ongantíð fyrr búð í Føroyum.

Men hóast tølini eru bjørt, so er alt kortini ikki so ljósareytt, heldur formaðurin í Búskaparráðnum, sum vísir á, at hesi seinastu fýra árini, tey seinastu fýra 12 mánaðarskeiðini, hava vit eina samlaða nettofráflyting uppá 600 fólk, sum annars hava tilknýti til Føroyar.

- Tað sum mann kann stúra fyri er, at hetta líkasum er ein afturvendan til hetta her, Exit Føroyar, sum vit tosaðu so nógv um fyri tíggju árum síðan, sigur Johnny í  Grótinum, búskaparfrøðingur, sum eisini er formaður í Búskaparráðnum.

Meðan føroyingar - serliga yngri - fara av landinum, ivaleyst í lestrarørindum, so koma fleiri útlendingar hendavegin. Tað sæst týðiliga hetta seinasta 12 mánaða skeiðið, og tað er ivaleyst trýsti arbeiðsmarknaðurin, sum hálar fólk til, tí útboðið av arbeiðsmegi ikki er til tað nógva virksemið, sum er í landinum, sigur Johnny í Grótinum.

Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at tað serliga eru ferðavinnan og framleiðsluvinnan, sum draga útlendska arbeiðsmegi til Føroya í løtuni.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.00:

1763055

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542