Uppihaldsloyvið longt - fleiri ukrainar hava ikki fastan bústað

Uppihaldsloyvið longt - fleiri ukrainar hava ikki fastan bústað
Ukrainarnir, sum búgva fyribils á Barnaheiminum, skulu út haðani síðst oktober
25-30 ukrainar búgva í løtuni á Barnaheiminum, men óvist er, hvussu leingi teir sleppa at verða verandi har.
 
19.09.2025 - 18:00

Flóttafólk úr Ukraina hava fingið longt uppihaldsloyvið í Føroyum, men fleiri teirra hava framvegis ikki fingið fastan bústað.

Talan er um eini 25-30 fólk, sum búgva á Barnaheiminum í Havn, men tey skulu vera úti haðani síðst í oktober.

 

Bjørk Berg Wiggins.

 

- Tað nærkast, og vit vóna, at myndugleikarnir og partarnar í málinum fáa longt leigumálið, sigur Bjørk Berg Wiggins, integratiónssamskipari hjá Reyða Krossi.

Fyribils uppihaldsloyvini hjá 250 ukrainum eru longd til 17. mars í 2027, og 200 av teimum eru enn í Føroyum. Tó vanta fleiri varandi bústað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19092025_Flottafolk_ur_Ukraina

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776