Einki bendir á, at dronurnar ætlaðu at leypa á

Einki bendir á, at dronurnar ætlaðu at leypa á
Dronur órógvaðu flogferðsluna í Keypmannahavn í fleiri tímar í gjárkvøldið
Jens Jespersen, løgregluovasti, á tíðindafundi í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.09.2025 - 08:38

Flogvøllurin í Keypmannahavn er nú opin aftur, eftir at ókendar dronur í fýra tímar ávirkaðu flogferðsluna í gjárkvøldið.

Dronurnar vóru ymsastaðni yvir floghavnini í Kastrup.

Ongar ábendingar vóru um, at tey, sum stýrdu dronunum, høvdu í hyggju at leypa á, men vildu vísa seg og kanskja venja, sigur Jens Jespersen, løgregluovasti í Keypmannahavn.

Dronurnar eru nú burtur.

 

Floghavnin í Keypmannahavn læt aftur í gjarkvøldið, tá dronur vóru sæddar yvir flogvøllinum, og løgreglan var eisini boðsend. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Flogfør umleidd

Tilsamans 31 flogfør vóru umleidd, og meira enn 20.000 ferðafólk eru ávirkað av støðuni. 

Fleiri seinkingar kunnu væntast í flogferðsluni til og úr Kastrup í dag.

Tíðindafundur var tíðliga í morgun, og fjølmiðlar vildu vita, um hetta er ein russisk atgerð.

Men tað vildi Jens Jespersen, løgregluovasti í Keypmannahavn, ikki svara, men hetta eru fólk, sum duga væl við dronum, segði hann:

 

23092025_Dronur


Norskir miðlar skriva, at ein drona var eisini sædd yvir flogvøllinum í Oslo í gjárkvøldið. Flogferðslan var flutt yvir á eina aðra flogbreyt, skrivar NRK.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715