Kvotuhækkingin á Flemish Kap ger góðan mun hjá línuskipunum

Kvotuhækkingin á Flemish Kap ger góðan mun hjá línuskipunum
Føroyska toskakvotan næsta ár verður 3.433 tons, og tað er næststørsta kvota síðani 2010
Klakkur er eitt av frystilínuskipunum, sum hevur roynt á Flemish Kap.
 
23.09.2025 - 13:22

Tað fer at gera góðan mun hjá føroysku línuskipunum, sigur Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, nú føroyska toskakvotan á Flemish Kap hækkar góð 600 tons. 

Ársfundurin hjá NAFO hevur gjørt semju um kvotur fyri næsta ár.

Føroyska toskakvotan í 2026 verður 3.433 tons.

Hetta er næststørsta toskakvota hjá føroyskum skipum, síðai fiskiskapurin læt uppaftur í 2010.

 

Stefan í Skorini. 

 

Fyri nøkrum árum síðan var kvotan heilt uppi á 17.500 tonsum, og síðan hevur hon verið heilt lítil í nøkur ár. Men nú er kvotan tann sama, sum hon var fyri nøkrum árum síðan.

Fiskiskapurin eftir toski á Flemish Kap hevur næstan altíð verið sera góður, og skipini fáa mangan kanska eitt kg fyri hvønn húk, og tað er sera góður fiskiskapur við línu, sigur Stefan í Skorini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23092025_Flemish_Kap


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115