Ríkisløgreglan tekur støðuna í størsta álvara

Ríkisløgreglan tekur støðuna í størsta álvara
Ovastin fyri ríkisløgregluna heldur tíðindafund, eftir at flogfør á veg til floghavnina í Ålborg í kvøld fingu boð um at venda við, tí loftrúmið varð stongt
Thorkild Fogde, ovasti fyri ríkisløgregluna, á tíðindafundi júst nú
 
24.09.2025 - 23:49

Fýra flogfør á veg til floghavnina í Ålborg fingu í kvøld boð um at venda við, tí ókendar dronur vóru í økinum og loftrúmið tí var stongt.

Fyri fáum minuttum síðani byrjaði tíðindafundur á høvuðsstøðini hjá donsku løgregluni í Keypmannahavn.

-Tað vit síggja í Aalborg Lufthavn minnir um tað, sum vit sóu í Keypmannahavn, sigur Thorkild Fogde, ovasti fyri donsku ríkisløgregluna, á tíðindafundinum.

Her sipar hann til tilburðin í floghavnini í Keypmannahavn mánakvøldið, tá ókendar dronur løgdu floghavnina lamna í umleið fýra tímar.

Sambært Thorkild Fogde eru bæði PET (danska fregnartænastan) og danska verjan biðin um at hjálpa løgregluni við málinum.

Ovastin fyri ríkisløgregluna leggur á tíðindafundinum í Keypmannhavn júst nú dent á, at verandi støða er ikki haldbar.

-Vit kunnu ikki liva við hesum, og tí brúka vit sera nógva orku til tað, sigur Thorkild Fogde.

Thorkild Fogde veit ikki, hvør stýrir dronunum. Spurdur beinleiðis á tíðindafundinum vil hann hvørki vátta ella avsanna, at Russland stendur aftanfyri.

 

Myndugleikar vita einki

Á tíðindafundi í Ålborg hálvan tíma frammanundan segði Jesper Bøjgaard, løgregluovasti í Norðurjútlandi, at enn vita myndugleikarnir millum lítið og einki um dronurnar. Tey vita hvørki, hvør stýrir dronunum, ella hvat slag av dronum, talan er um.

-Men er tað trygt at skjóta tær niður, so verður tað umhugsað, segði Jesper Bøjgaard á tíðindafundinum fyri løtu síðani.

Løgregluovastin kann hvørki vátta ella vísa aftur, at talan kann vera um sonevndar “dreingjalótir,” heilt einfalt tí at løgreglan einki veit um dronurnar, annað enn at talan er um meira enn eina dronu.

Sambært donskum miðlum var tað klokkan 21:44, danska tíð, at fleiri dronur fyrstu ferð vórðu sæddar yvir flogvøllin í Ålborg.

Nógv løgreglufólk vórðu send til floghavnina, men á tíðindafundinum á midnátt danska tíð, tvs. kl. 23 føroyska tíð, segði løgregluovastin, at eingin vandi var á ferð, hvørki fyri ferðafólk í floghavnini ella fyri íbúgvar í nærumhvørvinum.

Fýra flogfør á veg til Aalborg Lufthavn fingu boð um at venda við, tvey hjá SAS, eitt hjá Norwegian og eitt hjá KLM.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938