Fyrsti løgmaður í heimastýrinum: Eilif varðveitti bøkur hjá Føringatíðindum

Fyrsti løgmaður í heimastýrinum: Eilif varðveitti bøkur hjá Føringatíðindum
Frá 1890 til 1901 gav Føringafelag út blaðið Føringatíðindi. Haldarabókin og roknskaparbókin hjá Føringatíðindum eru til enn, tí Eilif Samuelsen syrgdi fyri at varðveita tær
Eilif Samuelsen er abbasonur Andras Samuelsen, ið var fyrsti løgmaður í heimastýrinum
Mynd: Hans Petur Hansen  
 
04.10.2025 - 14:50

Eftir jólafundin í 1888 varð Føringafelag stovnað á fundi í Havn, og mong fólk fylktust í felagnum til tess at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum.

Føringafelag fór í 1890 at geva út blaðið Føringatíðindi, og har skiftust Rasmus Effersøe, Andras Samuelsen og Jóannes Patursson um at vera blaðstjórar.

Tann síðsti, sum hevði yvirlitið yvir haldarar og roknskapir hjá Føringatíðindum um hendi, var Andras Samuelsen. Yvirlitið yvir haldarar er skrivað í bók fyri seg, og roknskapirnir eru førdir í aðra bók.

 

Bøkurnar lógu í kjallaranum hjá abbanum

Hesar báðar bøkurnar kom abbasonur Andras, Eilif Samuelsen, framá í kjallaranum hjá abbanum í Fuglafirði, meðan Andras framvegis var á lívi.

Eilif gjørdi abban varugan við, at hetta vóru bøkur, sum máttu varðveitast, og øll árini, síðan Andras Samuelsen doyði í 1954, hevur Eilif Samuelsen havt bøkurnar um hendi.

Bókin yvir haldarar lýsir væl, hvørji fólk vóru virkin í Føringafelag í 1890'unum. Í henni sæst, at fólk kring alt landið hildu Føringatíðindi, og fleiri vóru eisini, sum hildu blaðið í Danmark, eitt nú V. U. Hammershaimb.

Sí innslag við Eilifi Samuelsen og bókunum hjá Føringatíðindum:

 

20251003_NET_FYRSTI_LOGMADUR_REYP

 

Stríð um staviháttin

Jakob Jacobsen var eisini haldari og samskifti við Andras Samuelsen um haldaragjøld.

Í bókini sæst eisini, at Jóannes Patursson gavst at halda Føringatíðindi í 1896. Orsøkin var eitt stríð í felagnum um, hvussu føroyskt skuldi stavast.

Jóannes limaði seg heilt úr Føringafelag, men kom seinni innaftur.

Hetta kemur alt fram í útvarpssendirøðini ”Fyrsti løgmaður í heimastýrinum” um Andras Samuelsen, sum Uni Arge hevur skrivað og lagt til rættis, og Rúni Eysturlíð setti saman. Røðin er í trimum pørtum.

 

Hvat: Fyrsti løgmaður í heimastýrinum
Hvar: Í útvarpinum 
Nær: Týsdagin kl. 17.05

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297

Meira um sama evni