Taks skal bæði krevja og gjalda

Taks skal bæði krevja og gjalda
Landsstýrið ætlar, at játtanin, sum Heilsutrygd fær fyri at gjalda Taks at krevja inn heilsutrygdargjald, skal flytast til Taks
Endamálið við lógarbroytingini er at flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð til Taks.
 
29.09.2025 - 08:31

Hóast Taks krevur inn heilsutrygdargjaldið fyri Heilsutrygd, rindar Heilsutrygd kostnaðin, tvær miliónir krónur um árið.

Men hetta skal nú broytast, ætlar landsstýrið.

Taks skal nú bæði krevja og gjalda.

Og Taks fær tær tvær milliónirnar í fíggjarlógini, sum Heilsutrygd fær nú.

Endamálið við lógarbroytingini er at flyta innkrevjing, ábyrgd og málsviðgerð til Taks.

Vald og gjald skulu fylgjast, sigur landsstýrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386