Formaðurin: Vit eru vorðin klókari eftir fundin við PET

Formaðurin: Vit eru vorðin klókari eftir fundin við PET
Uttanlandsnevndin fer nú at hava fleiri innkallingar í málinum um revsitiltøk móti russiskum reiðaríum
Bjarni Hammer er formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2025 - 13:06

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, var við á fundinum í uttanlandsnevndini í morgun, har lógaruppskotið, sum gevur landsstýrinum víðari heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, var til umrøðu.

Umboðið fyri PET hevur greitt uttanlandsnevndini frá, hvat tey vita um russisku skipini.

Ítøkiliga snýr málið seg um at seta tvey russisk reiðarí, Murman SeaFood og Norebo JSC, á svartalista. Bæði reiðaríini eiga skip, sum fiska sambært galdandi fiskiveiðusáttmála millum Føroyar og Russland.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, og embætisfólk í aðalráðnum vóru eisini á fundi í uttanlandsnevndini í dag. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heimildin at revsa russisku reiðaríini byggir á ein illgruna hjá ES og Noreg, um at skip hjá reiðaríunum eru ein hóttan móti trygdini í okkara parti av heiminum. Ongar almennar ábendingar eru um, at skipini hava framt nakað ólógligt í føroyskum øki.

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at hann er vorðin klókari eftir fundin við PET í dag, og nú fer nevndin at hava fleiri innkallingar í málinum.

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Bjarna Hammer í útvarpstíðindunum: 

 

30092025_Bjarni_Hammer


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329