Alfred Petersen nýggjur formaður í ALS

Alfred Petersen nýggjur formaður í ALS
Nýtt ALS-stýri er valt
Alfred Petersen er nýggjur formaður í ALS-stýrinum.
 
03.10.2025 - 08:14

Alfred Petersen, advokatur, er nú stýrisformaður í ALS.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri.

Sjey fólk eru í stýrinum.

Hini eru Elin Sørensen, næstforkvinna í Føroya arbeiðarafelag, Birgir Waag Høgnesen, starvsfólk hjá Fiskimannafelagnum, Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Niels Winther, stjóri í Føroya arbeiðsgevarafelag, Rósa Olsen, umsitingarleiðari hjá Framherja, og Atli Leo, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.

Tey eru vald eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Formaðurin er valdur uttan tilmæli.

Nýggja ALS stýrið tók við mikudagin. Tað situr í fýra ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439