Mistak við Nammco var brúkt sum grundgeving í WTO-málinum

Mistak við Nammco var brúkt sum grundgeving í WTO-málinum
Bjørn Kunoy, professari í lóg, og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, umboðaðu Føroyar í grein 6-nevndini
Bjørn Kundoy er professari í lóg og var limur í grein 6-nevndini, sum var sett sambært heimastýrislógini at loysa trætumálið millum Føroyar og Danmark um føroyskan limaskap í WTO.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2025 - 13:48

Í grundgevingini fyri, at Føroyar kunnu gerast limir í heimshandilsfelagsskapinum WTO, vísti Bjørn Kunoy, limur í grein 6-nevndini, á, at danskir politikarar hava sagt, at føroyskur limaskapur í Nammco var eitt mistak. 

Hetta brúkti hann sum prógv fyri, at danska stjórnin ikki altíð tulkar grundlógina rætt, og at hon tí ikki kann forða Føroyum at gerast limur í WTO.

Bjørn Kunoy, dr. jur og professari í altjóða lóg, starvast sum sendimaður í Washington, og hann var í Breddanum fyrrapartin:

 

14102025_Bjorn_Kunoy

 

Bjørn Kunoy og Sjúrður Rasmussen, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, umboðaðu Føroyar í grein 6-nevndini.

Serliga grein 6-nevndin kom seinasta mánað til tað úrslit, at føroyskur limaskapur í alheimshandilsfelagsskapinum WTO er ikki í stríð við ríkisrættarstøðu Føroya. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur við Kringvarpið í dag, at ætlanin er at senda umsókn um føroyskan limaskap í WTO í ár.

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373