- Vit kundu ikki droymt um betri byrjan

- Vit kundu ikki droymt um betri byrjan
Føroysku spælararnir og venjarin, Claus Mogensen, vóru ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist at vinna á Íslandi. - Vit kundu ikki droymt um betri byrjan, segði liðskiparin
15.10.2025 - 23:06

 - Hetta merkir ótrúliga nógv.Vit hava verið nær við fleiri ferðir, so tað var deiligt, at leggja fyri í EM-undankappingini við at fáa tvey stig. Vit kundu ikki droymt um betri byrjan.

Tað segði liðskiparin hjá føroysku hondbóltskvinnunum, Pernille Brandenborg, eftir frálíka 24-22 sigurin hjá Føroyum á Íslandi í Lambhagahøllini, og venjarin, Claus Mogensen tók undir við henni.

 - Øll stig hava týdning, men nú kunnu vit kappast við Ísland um plássini, so hetta er eitt stórt úrslit fyri okkum, segði venjarin.

Føroyar struku avstað tíðliga, men mistu leiðsluna so líðandi, og í steðginum var púra javnt. Í seinna hálvleiki var mynstrið hitt sama. Føroyar løgdu seg framum við trimum málum, men skjótt svaraði Ísland aftur og kom upp á javnt.

TYað var tá, at føroysku kvinnurnar veruliga vísti styrki. Bæði í spælinum, men eisini í høvdinum. Heldur enn at missa tamarhaldið, høvdu tær ís í æðrunum og við sera góðum verjuspæli tryggjaðu tær sær tvey stig, sum kunnu gerast avgerandi, tá EM-putlispælið skal leggjast einaferð næsta ár.

 - Tað er skjótur hondbóltur, og tú sást, at bæði liðini vóru nokkso nervøs og brenna stórar kjansir. So upp á tann mátan máttu vit kempa fyri at koma ígjøgnum, men vit eru øgiliga nøgdar. Serliga við verjupartin, har vit kempa ordiliga væl, og Gylta kemur inn í málið og stendur ein branddyst. Vit skulu bara skora eitt sindur betri upp á okkara kjansir, men overall eru vit sera væl nøgdar, segði Súna Krossteig Hansen, sum spældi væl í føroysku bakketuni saman við millum annað Janu Mittún, sum gjørdist toppskjútti við sjey málum.

Leygardagin taka Føroyar ímóti Montenegro við Tjarnir. Dysturin byrjar klokkan 19.00, og Kringvarpið sendir frá klokkan 18.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674