Hagstovan: Skattatrýstið í Føroyum næststørst í Norðurlondum

Hagstovan: Skattatrýstið í Føroyum næststørst í Norðurlondum
Inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum í fjør vóru 11,7 milliardir, 700 milliónir meira enn í 2023
Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni. 
 
17.10.2025 - 08:07

Skattatrýstið í Føroyum veksur.

Tað var 41,9 prosent í fjør, 1,3 prosentstig størri enn í 2023, skrivar Hagstovan. 

Hon skrivar, at orsøkin er, at vøksturin í skattainntøkunum var størri enn búskaparvøksturin.

Inntøkurnar frá skattum og sosialum gjøldum vóru 11,7 milliardir krónur í fjør, 700 milliónir, 6,4 prosent, meira enn í 2023.

Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni. 

 

 

BTÚ vaks 2,9 prosent

Vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum var bara 2,9 prosent í fjør, og tí vaks skattatrýstið, skrivar Hagstovan.

Skattatrýstið vaks nógv í 2020, tá korona kom. Skattatrýstið var tá 43,7 prosent. 

Síðani er tað minkað hvørt ár til 2024, tá tað aftur vaks. 

Í 1999 var skattatrýstið í Føroyum 46 prosent. 

Skattatrýstið nú er tað næststørsta í Norðurlondum.

Í Danmark er tað 45,4 prosent, í Íslandi er tað 30,6 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227