Breddin: Z-ættarliðið krevur rættvísi og bjartari framtíð

Breddin: Z-ættarliðið krevur rættvísi og bjartari framtíð
Nýggja rørslan er vorðin eitt altjóða fyribrigdi, og hon hevur eitt eyðkent flagg, sum ímyndar frælsi og uppreistur
Z-ættarliðið krevur rættvísi og bjartari framtíð.
Mynd: Siphiwe Sibeko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2025 - 09:14

Tey eru ung, tey eru vaksin upp við sosialum miðlum, men nú er ovboðið hjá summum teirra.

Úr Nepal til Bangladesj, úr Peru til Madagaskar, síggja vit nú eina rørslu, har Z-ættarliðið - tey, sum eru fødd millum 1995 og 2010 - krevja broytingar. Tey krevja rættvísi, og tey vilja hava eina bjartari framtíð.

Men hvat fær hesi ungu til at fara út á gøturnar og seta lív og heilsu upp á spæl í stríðnum móti mutri og ójavna?

Hví nýtir Z-ættarliðið sosialar miðlar sum vápn í mótmælunum, og hví er eitt eyðkent sjórænaraflagg vorðið altjóða ímynd av frælsi og uppreistri?

Og hví er hendan rørslan vorðin eitt altjóða fyribrigdi?

Tað spyrja vit í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025