Aldubáran 30 ára hátíðarkonsert

Aldubáran 30 ára hátíðarkonsert
Í sambandi við at klassiski tónleikabólkurin Aldubáran fyllir 30 ár, verður hátíðarkonsert í Hátúni á Tórshavnar Musikskúla í kvøld.
18.10.2025 - 16:15

"Vanliga eru tað ung sum spæla tónleik eftir tónaskøldum, sum hava verið deyð í 2-300 ár. Hesuferð hava vit vent alt á høvdið, og vit hálvgomlu spæla spildurnýggjan tónleik hjá blaðungum tónaskøldum."

Soleiðis sigur Ólavur Jakobsen, ein av stovnandi limunum í Aldubáruni, um konsertina í kvøld. Tey hava biðið spírandi tónaskøld at skriva tónleik til júst hesa konsertina, so øll verkini á konsertini vera frumframførslur.

Tað vóru 7 yrkistónleikarar, sum tóku stig til at stovna Aldubáruna í 1995. Ólavur Jakobsen greiðir frá, at tónleikararnir búðu ymsastaðni í Evropa og høvdu ein tørv á at møtast og spæla tónleik saman. Bólkurin bleiv so stovnaður og limirnir møttust árliga at spæla konsertir til tónleikafestivalin Summartónar.

Endamálið var - og er framvegis, at spæla tónleik á hægsta stigi, og eggja tónaskøldum at skriva nýggjan tónleik. Hesi seinastu trý áratíggjuni hevur bólkurin arbeitt við at bíleggja, skapa og framføra serliga nýggjan føroyskan tónleik, umframt at framføra kamar- og samtíðartónleik í Føroyum og uttanlands.

"Vit vóru 7 tá vit byrjaðu, og í dag eru vit 18 fastir limir," sigur hann. "Tað er gleðiligt, og tey flestu virka og búgva í Føroyum."

 

Hetta kann sigast at vera eitt tekin um stóru menningina innan klassiska tónleikaumhvørvið seinastu 30 árini.

Nógvir tónleikarar hava nomið sær útbúgving á konservatoriium kring heimin, og fleiri av teimum eru nú fastir limir í Aldubáruni.

"Vit hava eina hóming av, at tað eru nógvir talentir í Føroyum innan tónasmið. Vit hava givið teimum ein møguleika at skriva eitt verk og so spæla vit tað. So kunnu tey, og vit, hoyra, hvussu tað ljóðar tá tað verður spælt av veruligum tónleikarum."

Tónaskøldini, ið hava skrivað verkini, sum Aldubáran framførir í kvøld, eru: 

Tóra Tróndardóttir
Ásgerð Stenberg Olsen
Alvi Joensen
Eli Tausen á Lava
Bjarni Blaasvær
Mikkjal Davidsen
Andras Ellendersen
Ólavur Eyðunsson Gaard

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266