Kinna Poulsen fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

Kinna Poulsen fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina "Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2025 - 17:00

Í sínari grundgeving, fyri at lata Kinnu Poulsen virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, skrivar dómsnevndin:

Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list.

Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi.

Keðiligt er tað ongantíð.

Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran.

 

 

List í okkara tíð

Í nýggju bók síni "Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld" skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð.

Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg.

Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið.

"Í eygnahædd" er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum.

Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858