Rúsevni fylla alt meira

Rúsevni fylla alt meira
Fleiri ung koma í samband við Blákrossheimið í dag enn áður, og talan er í alt størri mun um hassj og blandingsmisnýtslu
28.10.2025 - 19:40

Tíðirnar broytast, eisini á Blákrossheiminum. Á Nesi veita tey viðgerð av fólki sum er rúsbundin, men tey taka eisini móti ungum fólki. Blákross hevur eisini eina eina sonevnd DAT ráðgeving fyri ung millum 15 og 25 ár í Havn umfrant onnur tilboð.

Anna Háberg er leiðari á Blákrossheiminum og Arnbjørg Arnabjarnardóttir á Regni er deildarsjúkrasystir. Og tær kunnu staðfesta eina broyting í mynstrinum av hvør kemur til teirra við rústrupulleikum. 

Alt fleiri ung koma í dag í samband við heimið og serliga er tað hassj og blandingsmisnýtslan, sum talan er um. Og tað gevur aðrar avbjóðingar, enn um talan var um rúsdrekka.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483