Vóna at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum komandi ár

Vóna at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum komandi ár
Føroyar fáa nú saman við Danmark formanssessin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Løgmaður vónar, at Føroyar fáa fullgyldigan limaskap í Norðurlandaráðnum rættiliga skjótt.
Norðurlandaráðsfundur í Stokkhólmi 2025
Mynd: Scanpix  
 
28.10.2025 - 20:30

Føroyar fáa nú saman við Danmark formanssessin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á Norðurlandafundinum í Stokkhólmi seinnapartin segði Aksel V. Johannesen, løgmaður millum annað, at Føroyar nú eiga at fáa fullgyldigan limaskap í Norðurlandaráðnum. 

 

- Vit hava søkt um limaskap í Norðurlandaráðnum tríggjar ferðir. Seinast í 2016 og tann umsóknin er ikki avgreidd enn. Hon bíðar nú eftir kommissiónini og nú fáa vit ávirkan á ta kommissiónina og so vóna vit, at kommissiónin kemur til eina niðurstøðu, sum broytir Helsingforsavtaluna, soleiðis at 'ikki statir' eisini kunnu vera limir og við tí avgerð vit hava um WTO, so er øgiliga sannlíkt, at statsrætturin heldur ikki er ein forðing fyri at kunna vera limur í Norðurlandaráðnum. So vit vóna, at hetta kann viðføra, at Føroyar verða sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, segði Aksel V. Johannesen við Kringvarpið eftir fundin.
 

1772725

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334