Stjórin á Heilsuskúlanum fegnast um avtaluna

Stjórin á Heilsuskúlanum fegnast um avtaluna
Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligir hjálparar fáa nú løn undir útbúgving
Vivie Davidsen er stjóri á Heilsuskúlanum.
 
31.10.2025 - 13:48

Avtala er gjørd millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini, um at heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiligar hjálparar skulu fáa løn undir útbúgving.

- Vit eru fegin, men enn eru vit ikki komin á mál, sigur Vivie Davidsen, stjóri á Heilsuskúlanum. Hon heldur, at fólk, sum koma beinleiðis á skúlan, eiga eisini at fáa løn undir útbúgving.

 

Næmingar á Heilsuskúlanum fáa nú løn undir útbúgving. (Savnsmynd)

 

Við avtaluni fáa næmingarnir 50 prosent av byrjanarlønini undir útbúgving.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum hevur umboðað tey trý feløgini í samráðingunum, royndi miðvíst eftir, at næmingar skuldu fáa 60 prosent av byrjanarlønini, men so bleiv ikki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31102025_Vivie_Davidsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846