977 fólk fingu uttanlandsfrádrátt í fjør

977 fólk fingu uttanlandsfrádrátt í fjør
Yvirhøvur sæst einki til økta fráflyting eftir at frádrátturin var skerdur, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna
Inntøkan hjá teimum, sum fingu uttanlandsfrádráttí fjør, var slakar 682 mió. kr., næstan 22 milliónir meira enn í 2023.
 
03.11.2025 - 08:38

977 fólk fingu uttanlandsfrádrátt í fjør, nakað færri enn í 2023, tá tey vóru 1007.

Men inntøkan hjá teimum, sum fingu uttanlandsfrádrátt, var tó størri í fjør. Hon var slakar 682 mió. kr., næstan 22 milliónir meira enn í 2023.

Fiskiveiðufrádrátt uttanlands fingu 148 fólk í fjør. Tey vóru 19 færri enn í 2023.

Og inntøkan hjá teimum var eisini minni. Hon var 135,3 mió. kr., 22,3 mió. kr. minni.

Hesi tølini eru í svari hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, til Beinir Johannesen, løgtingsmann.

Fíggjarmálaráðið hevur kannað, hvar fólk, sum í 2023 antin fingu uttanlandsfrádrátt ella frádrátt fyri fiskiveiðu uttanlands, búgva í dag. 

Yvirhøvur sæst einki til økta fráflyting eftir at frádrátturin var skerdur, sigur Ruth Vang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858