Broyting í skattalógini skal útvega fleiri leigubústaðir

Broyting í skattalógini skal útvega fleiri leigubústaðir
Fólkaflokkurin skjýtur upp, at kravið um tíggju leigubústaðir fyri at kunna avskriva, verður lækkað niður í tríggjar bústaðir
Fólkaflokkurin sigur, at tað ein stór íløga at gera tíggju leigubústaðir. (Savnsmynd)
 
05.11.2025 - 08:59

Fólkaflokkurin vil broyta skattalógina, so fleiri leiguíbúðir kunnu byggjast.

Skattalógin sigur nú, at bygningar, sum vera brúktir til leigubústaðir, kunnu avskrivast.

Men treytin er, at minst tíggju leigubústaðir eru.

Tað er ov nógv, heldur Fólkaflokkurin, sum vil hava talið niður í tríggjar bústaðir.

Flokkurin sigur, at tað ein stór íløga at gera tíggju leigubústaðir. 

Tær krevja eisini stórt byggilendi, sigur Fólkaflokkurin.

Tað er bíligari at byggja tríggjar íbúðir enn tíggju, sigur flokkurin, sum væntar, at fleiri fara at byggja leigubústaðir, um skattalógin verður broytt.

Les uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334