Putin givið boð um at fyrireika kjarnorkuroyndarspreingingar

Putin givið boð um at fyrireika kjarnorkuroyndarspreingingar
Hetta er aftursvar til amerikanska forsetan, sum hevur sagt, at USA fyrireikar tílíkar spreingingar
Putin og Trump hittust í Alaska í summar, men nú tosa báðir forsetarnir um at gera kjarnorkuroyndarspreingingar.
Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2025 - 15:28

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur givið embætisfólkum boð um at gera eitt uppskot, um at fara undir aftur kjarorkuroyndarspreingingar. 

Tað er aftursvar til viðmerkingina hjá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, um at hann fyrireikar royndarspreinginar, tí Kina og Russland longu í loyndum gera tað.

Putin segði á fundi í russiska trygdarráðnum, at stjórnin altíð hevur hildið sínar skyldur í samsvari við sáttmálan um forboð fyri kjarnorkuroyndarspreingingum. 

- Um USA ella okkurt annað land hevur slík vápn í varðveitslu og fór at royndarskjóta tey, so hevði Russland gjørt tað sama, segði Putin.

Í síðstu viku skrivaði Trump um royndir við kjarnorkuvápnum á heimasíðu síni:

- Av tí at onnur lond hava slíkar ætlanir, havi eg givið krígsmálaráðnum boð um at fara undir at royna kjarnorkuvápn á líknandi hátt. Tilgongdin byrjar beinanvegin, skrivar amerikanski forsetin.

 

Stríðir ímóti kjarnorkusáttmála

Serfrøðingar og myndugleikar í fleiri londum hava undrast á, hvat slag av royndum, hann tosar um, og um hann fer at gera kjarnorkuroyndir - í stríð við sáttmálan um bann fyri slíkum royndum. Sáttmálin er frá 1996.

Seinast, USA gjørdi kjarnufysiskar royndarspreingingar, var í 1992.

Amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, royndi sunnudagin at sissa partarnar og segði, at kjarnorkuroyndirnar, sum Donald Trump hevur boðað frá, fara ikki at fevna um kjarnufysiskar royndarspreingingar.

- Eg vænti, at royndirnar, sum vit tosa um nú, snúgva seg um at royna skipanir, segði Wright við Fox News-rásina sunnudagin, og talan er ikki um kjarnorkuspreingingar, legði hann afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053