Rúsevnismisnýtari sleppur ikki í viðgerð - hevur mist vónina um betri lív

Rúsevnismisnýtari sleppur ikki í viðgerð - hevur mist vónina um betri lív
Neyðugt er at lækka gáttina fyri at fáa hjálp, og misnýtarar eiga at fáa viðgerðartrygd, siga leiðarin á Herberginum og leiðarin í RÓWT
Maðurin, sum tosað verður við í Breddanum, er ein av teimum, ið eru ringast fyri í samfelagnum, tí hann hevur fleiri diagnosur, umframt eitt rúsevnismisbrúk. (Savnsmynd)
 
06.11.2025 - 14:11

Tað er ov torført at fáa nøktandi hjálp í Føroyum.

Tað sigur ein rúsevnismisnýtari, sum ikki sleppur í viðgerð - og tí hevur mist vónina um eitt betri lív. 

Hann er ein av teimum, ið eru ringast fyri í samfelagnum, tí hann hevur fleiri diagnosur, umframt eitt rúsevnismisbrúk.

Haraftrat er misnýtarin heimleysur, og tí er nærum ógjørligt at sleppa í viðgerð, tí treytin er at hava fastan bústað.

 

Magni Højgaard og Martin Kúrberg. 

 

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, og Magni Højgaard, leiðari í RÓWT, siga, at neyðugt er at lækka gáttina fyri at fáa hjálp, og tørvur er  at skipa betri tilboð, um vit skulu lofta teimum, ið eru ringast fyri.

Martin Kúrberg og Magni Højgaard vóru í Breddanum fyrrapartin. 

Hoyr innslag her:

 

06112025_Misnytarar

 

Allur Breddin kann hoyrast her:

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425