Amerikanska umsitingin letur nú upp aftur

Amerikanska umsitingin letur nú upp aftur
Uppskotið, sum er á borðinum, hevur við sær, at tað almenna verður fíggjað til 30. januar í 2026
Amerikanska senatið hevur atkvøtt fyri einum lógaruppskoti, sum skal lata almennu umsitingina upp aftur.
 
10.11.2025 - 08:51

Amerikanska senatið tók í gjár fyrsta stigið til at fáa enda á 40 daga langa stongslinum hjá almennu umsitingini.

Senatið atkvøddi fyri einum lógaruppskoti, sum skal lata almennu umsitingina upp aftur.

Uppskotið, sum byggir á eina samtykt hjá umboðsmannatinginum, skal broytast, so tað fíggjar almennu útreiðslurnar til 30. januar.

Eitt uppskot er gjørt um,  hvussu tað almenna kann fíggjast, skrivar Reuters tíðindastovan.

Uppskotið, sum er á borðinum, hevur við sær, at tað almenna verður fíggjað til 30. januar í 2026.

Fleiri dagar kunnu tó ganga, áðrenn uppskotið verður endaliga samtykt. Tað skriva CNN og Reuters.

Stongsulin hevur vart síðani 1. oktobur.

Amerikonsk flogferðsla hevur verið nógv ávirkað av stongslinum, tí eftirlitsfólk á flogvøllum hava ikki fingið løn.

 

Flogferðslan meint rakt

Amerikanski ferðslumálaráðharrin, Sean Duffy, segði hósdagin, sambært bretska kringvarpinum, at flogferðslan fór at minka tíggju prosent um alt landið, tí eftirlitsfólk á flogvøllum høvdu boðað frá, at tey vóru ovbyrjað.

Meðan stongsluin hevur verið, hava eftirlitsfólk á amerikonskum flogvøllum noyðst at arbeiða uttan at fáa løn. Og tað hevur millum annað havt við sær nógvar sjúkraskrivingar, skrivar BBC:

Niðurlæsingin er tann drúgvasta higartil í amerikanskari søgu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558