Jana og Viborg spældu seg í evropeiskt bólkaspæl

Jana og Viborg spældu seg í evropeiskt bólkaspæl
Við tryggum sigri á IK Sävehof vunnu Jana Mittún og Viborg HK seg í European League-bólkaspælið
 
16.11.2025 - 15:26

Jana Mittún skeyt fýra mál og átti næstsíðstu hond á fleiri, tá Viborg vann 39-30 á IK Sävehof og vann seg í European League-bólkaspælið.

Ungi føroyski bakspælarin, sum fyri kortum longdi sína avtalu við danska felagið til 2028, spældi ein góðan dyst og skal nú royna seg í bólkaspælinum í næstbestu evropeisku kappingini hjá EHF, sum byrjar næsta ár.

Viborg hevur eisini spælt seg í hálvfinalurnar ella sonevnda Final Four í donsku steypakappingini, sum verður spælt millum jól og nýggjár. 

Harumframt hevur venjarin Anders Friis eisini longt um sín sáttmála til 2028.

Næst á skránni hjá Janu Mittún er annars HM í hondbólti. Hon og hinar 17, sum eru tiknar út til hópin, møta til venjingar í Føroyum mánadagin 17. november, áðrenn venjingardystin ímóti Íslandi við Tjarnir leygardagin 22. nevember. 

Í sjálvari heimsmeistarakappingini leggja Føroyar út 26. november við dysti ímóti Montenegro, sum vann á Føroyum í EM-undankappingardysti við Tjarnir fyri kortum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858