Pumpa mest úr Eysturoyartunlinum

Pumpa mest úr Eysturoyartunlinum
Tilsamans verða pumpaðir 5.700 rúmmetrar av vatni úr teimum fýra undirsjóvartunlunum um samdøgrið
1900 rúmmetrar av vatni vera pumpaðir úr Eysturoyartunlinum um samdøgrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.11.2025 - 09:26

Eysturoyartunnilin er vátasti undirsjóvartunnilin.

Í øllum førum vera pumpaðir 1900 rúmmetrar av vatni úr tunlinum um samdøgrið.

Úr Sandoyartunlinum vera pumpaðir 1800 rúmmetrar.

Norðoyatunnilin hevur 1400 rúmmetrar, og Vágatunnilin er tann turrasti.

Úr honum vera pumpaðir 600 rúmmetrar av vatni um samdøgrið.

Tað gevur 5.700 rúmmetrar av vatni um samdøgrið.

Ein rúmmetur er 1000 litrar.

 

Løgmaður svarað spurningi um trygd

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur svarað spurningi frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, um trygd í undirsjóvartunlunum.

Vatnbrunnurin í Vágatunlinum tekur 3.500 rúmmetrar, brunnarnir í Norðoyatunlinum taka 4.080 rúmmetrar, og teir fimm brunnarnir í ávikavist Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum taka 20.000 rúmmetrar.

Eingin tunnil hevur neyðaggregat, men allir hava neyðstreym. 

Neyðstreymsskipanin gevur ikki høvuðsstreym til pumpur og ventilatión.

Men hon gevur streym til stýringar, so pumpur og viftur fara í gongd, tá streymurin kemur aftur.  

Neyðstreymurin varar í tveir til átta tímar. Tað veldst um tunnil.

Les svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025