Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum
Brúka vit tølini, sum vit hava frá 2009 til og við í ár, so hava vit 0,32 deyðiligar vanlukkur, fyri hvørji 10 túsund arbeiðsvirkin fólk
Føroyar hava fleiri deyðiligar arbeiðsvanlukkur enn flestu lond í ES. Bara Frakland og Bulgaria hava fleiri enn Føroyar. (Savnsmynd)
 
19.11.2025 - 16:00

Føroyar hava fleiri deyðiligar arbeiðsvanlukkur enn flestu lond í ES. Bara Frakland og Bulgaria hava fleiri enn Føroyar.

Londini, sum vit samanbera okkum við, hava í flestu førum milliónir av íbúgvum, móti okkara sløku 55.000. Føroysku tølini sveiggja nógv, og tað broytir myndina nógv frá ári til árs.

Men, tað ber til at leggja upp fyri tí við at brúka hagtøl yvir eitt áramál.

Hagstova Føroya hevur tøl um arbeiðsvanlukkur árini 2009 til og við 2021. Vit kunnu brúka tøl frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum frá 2022 og frameftir, men vit vita, at tey ikki eru fullfíggjað.

 

0,32 deyðsvanlukkur fyri hvørji 10 túsund fólk

Brúka vit tó tey tølini, sum vit hava frá 2009 til og við í ár, so hava vit í Føroyum 0,32 deyðiligar vanlukkur, fyri hvørji 10 túsund arbeiðsvirkin fólk.

Í 2023 hevði Frakland 0,36 deyðiligar arbeiðsvanlukkur fyri hvørjar 10 túsund arbeiðsvirkin fólk, og Bulgaria hevði 0,35. Annars høvdu øll lond í ES færri deyðiligar arbeiðsvanlukkur upp á seg í 2023, enn Føroyar hava havt í tíðarskeiðnum 2009 til og við í ár.

Norðurlond hava annars nógv færri deyðiligar arbeiðsvanlukkur enn ES.

Í 2023 høvdu Danmark, Svøríki og Finnland høvdu 0,1 deyðiliga vanlukku fyri hvørji 100.000 arbeiðsvirkin fólk, og Island hevði 0,04. Íslendsku tølini sveiggja eisini, eins og tey føroysku, men tey eru væl minni enn tey føroysku.

 

Sí eisini:

Bíðað í 4,5 ár: Jógvan hevur mist vónina um at fáa endurgjald

Hví bíðar Jógvan enn eftir endurgjaldi?

"Vanlukkutryggingarráðið bleiv meira óprofessionelt"

Fleiri doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum enn í flestu ES-londum

"Talið av arbeiðsóhappum í Føroyum óneyðuga stórt”

Vandamiklari at fara til arbeiðis í Føroyum enn aðrastaðni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365