Slakar 100 milliónir í skatti fyri seld veiðirættindi

Slakar 100 milliónir í skatti fyri seld veiðirættindi
TAKS hevur í ár skrásett 14 sjálvuppgávur í sambandi við endaliga avhend veiðirættindi
TAKS hevur í ár skrásett 14 sjálvuppgávur í sambandi við endaliga avhend veiðirættindi, hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum.
 
21.11.2025 - 08:05

Landskassin hevur fingið 96,8 mió. kr. í skatti í ár av inntøkum fyri seld veiðirættindi í fiskiflotanum.

TAKS hevur í ár skrásett 14 sjálvuppgávur í sambandi við endaliga avhend veiðirættindi, hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum.

Í talinum eru eisini avskrivingar vegna gjaldtrot. Tær eru 5,6 mió. kr.

Telja avskrivingarnar ikki við, er inntøkan 102,4 mió. kr. 

 

Ójøvn inntøka

Hesin skattur er sera ójøvn inntøka hjá landskassanum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Í ár kemur meira enn helvtin frá somu avhending. 

Árini 2022, 2023 og 2024 gav skatturin nógv minni enn í ár. 

Tað er tí ikki grundarlag fyri at meta um inntøkuna í 2026, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115